VIDEO: Hvítarussland-Føroyar 6-0 (Hæddarpunkt)

(Video) Føroyska kvinnulandsliðið fekk sítt annað tennisegg í bara tveimum dystum á útivølli í Minsk í Hvítarusslandi fyrr í kvøld

Olga Kristina Hansen, Heidi Sevdal og hinar á føroyska kvinnulandsliðnum taptu aftur 0-6 í kvøld. Hesaferð móti Hvítarusslandi

Olga Kristina Hansen, Heidi Sevdal og hinar á føroyska kvinnulandsliðnum taptu aftur 0-6 í kvøld. Hesaferð móti Hvítarusslandi

Føroyska kvinnulandsliðið tapti aftur 0-6 í EM-undankappingardysti í kvøld, og hevur fingið ringa byrjan uppá undankappingina við málúrtøkuni 0-12 aftaná tveir dystir. Sterkasta liðið í bólkinum, Noreg vitjar fyrst í oktober, og tá er at vóna, at føroyska liðið fær vart betri fyri móti krútsterka norska liðnum. 

Føroyar taptu í kvøld 0-6 móti Hvítarusslandi, ið kom á odda longu í sætta minutti. Í steðginum var støðan 2-0. Seinasta korterið fekk Hvítarussland trý mál. 

Tá støðan var 2-0 misnýttu Heidi og Ansy Sevdal, og Eyðvør Klakstein góðar málmøguleikar, og løtu seinni var støðan 3-0. Í fyrra hálvleiki hevði føroyska liðið eisini nakrar góðar skotroyndir. Leikliga sá tað frægari út enn móti Wales í farnu viku, men Hvítarussland dugdi eisini at revsa føroysku mistøkini.

Hvítarussland - Føroyar 6-0 (2-0)
Karina Olkhovik 1-0 (6.)
Anastasia Shcherbachenia 2-0 (24.)
Anastasia Shcherbachenia 3-0 (54.)
Karina Olkhovik 4-0 (74.)
Anastasia Kharlanova (br.) 5-0 (77.)
Anastasia Kharlanova 6-0 (82.)

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. 

##med2##

 

 

 

 

Olga Kristina Hansen, Heidi Sevdal og hinar á føroyska kvinnulandsliðnum taptu aftur 0-6 í kvøld. Hesaferð móti Hvítarusslandi

ЧЕ-2021. Жанчыны. Беларусь - Фарэрскія астравы.