VIDEO: Jens Berthel hevur enn ikki fingið stig ella mál

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum har AC Horsens við Halli Hansson á vøllinum tapti 0-2 móti FC Keypmannahavn

Jens Berthel Askou hevur enn sítt fyrsta stig og sítt fyrsta mál til góðar í superliguni sum høvuðsvenjari hjá AC Horsens (Youtubemynd hjá AC Horsens)

Jens Berthel Askou hevur enn sítt fyrsta stig og sítt fyrsta mál til góðar í superliguni sum høvuðsvenjari hjá AC Horsens (Youtubemynd hjá AC Horsens)

Tað gongur einki serligt hjá nýggja høvuðsvenjaranum hjá AC Horsens, Jens Berthel Askou.

Aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í superliguni í ár hevur AC Horsens tapt 0-3 fyri Randers FC á útivølli, og seinnapartin í dag tapti AC Horsens 0-2 móti FC Keypmannahavn, so enn bíðar Jens Berthel Askou eftir fyrsta stiginum og fyrsta málinum. 

AC Horsens – FC Keypmannahavn 0-2 (0-2)
0-1 Viktor Fischer (5.)
0-2 Jonas Wind (23.)

Hallur Hansson spældi allan dystin fyri AC Horsens, og fekk stutt undan steðginum gula kortið. Sambært heimasíðuni hjá AC Horsens var avrikið hjá heimaliðnum í seinna hálvleiki góðkent.

AC Horsens liggur aftast í superliguni við bert seks stigum fyri 15 dystir.

AC Horsens hevur torføran útidyst móti FC Midtjylland í Herning komandi sunnudag.

Viljormur í Heiðunum Davidsen slapp ikki á vøllin tá lið hansara, Vejle vann 1-0 á SønderjyskE í Haderslev. 

Vejle er nummar níggju av teimum 12 liðunum í superliguni við 19 stigum fyri 15 dystir.

Komandi sunnudag hevur Vejle heimadyst móti FC Nordsjælland.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens og FC Keypmannahavn: 

 ##med2##

 

 

Jens Berthel Askou hevur enn sítt fyrsta stig og sítt fyrsta mál til góðar í superliguni sum høvuðsvenjari hjá AC Horsens (Youtubemynd hjá AC Horsens)

Hæddarpunkt: AC Horsens-FC Keypmannahavn 0-2 (0-2)