VIDEO: Jens Berthel hevur framvegis stig og mál til góðar

(Video) AC Horsens við Halli Hansson á liðnum hevði eitt gott avrik móti FC Midtjylland á útivølli í dag, men tað endaði við 0-1 tapi

Enn er ikki brostið fyri nev hjá Jens Berthel Askou við Horsens í donsku superliguni

Enn er ikki brostið fyri nev hjá Jens Berthel Askou við Horsens í donsku superliguni

Nýggi høvuðsvenjarin hjá AC Horsens, Jens Berthel Askou sum vann greipuna við HB í fjør hevur enn sítt fyrsta stig og sítt fyrsta mál til góðar við AC Horsens í einum superligadysti.

Hallur Hansson spældi allan dystin tá AC Horsens í torførum útidysti í Herning móti FC Midtjylland tapti 0-1. Heimasíðan hjá AC Horsens staðfestir eitt gott leikligt avrik hjá AC Horsens í dag móti einum sterkum mótstøðuliði.

FC Midtjylland - AC Horsens 1-0 (0-0)
1-0 Dion Cools (71.)

AC Horsens hevur tapt tríggjar teir fyrstu superligadystirnar í hesum árinum. Komandi sunnudag skulu teir royna at fáa fyrstu stigini í hesum árinum á heimavølli tá OB kemur á vitjan.

AC Horsens hevur eisini tapt 0-2 fyri FC Keypmannahavn og 0-3 fyri Randers í superliguni higartil í ár.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum FC Midtjylland og AC Horsens: 

##med2##

 

 

 

 

Enn er ikki brostið fyri nev hjá Jens Berthel Askou við Horsens í donsku superliguni

Hæddarpunkt: FC Midtjylland-AC Horsens 1-0 (0-0)