VIDEO: Jóan Símun og Bielefeld vunnu á útivølli

(Video) Síggj sigursmálið Arminia Bielefeld fekk tá Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir vunnu 1-0 á Osnabrück

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Arminia Bielefeld vunnu á útivølli í kvøld

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Arminia Bielefeld vunnu á útivølli í kvøld

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Arminia Bielefeld vunnu seg upp á triðja plássið í aðru bundesligu í Týsklandi við einum 1-0 sigri á VfL Osnabrück á útivølli í kvøld.

Jóan Símun Edmundsson spældi 83 minuttir av dystinum áðrenn hann var skiftur út.

Andreas Voglsammer skoraði sigursmálið í 57. minutti aftaná eina góða sending frá Jonathan Klauss. 

Arminia Bielefeld hevur 19 stig á triðja plássi. Hamburger SV er oddalið við 20 stigum. Stuttgart er nummar tvey við 20 stigum, men við verri málúrtøku enn Hamburger SV.

Mánakvøldið 21. oktober kunnu Jóan Símun og liðfelagarnir hála seg uppeftir á stigatalvuni, tí tá tekur Arminia Bielefeld móti Hamburger SV.

HER  ber til at síggja sigursmálið sum Arminia Bielefeld fekk móti VfL Osnabrück í kvøld. 

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Arminia Bielefeld vunnu á útivølli í kvøld