VIDEO: Jóan Símun og Bielefeld vunnu á útivølli

(Video) Síggj málini frá dystinum Hannover 96-Arminia Bielefeld 0-2 (0-1), ið merkir, at Bielefeld er triðfremst í 2. bundesligu

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Arminia Bielefeld vunnu 2-0 á Hannover 96 á útivølli í dag (Mynd: Arminia Bielefeld)

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Arminia Bielefeld vunnu 2-0 á Hannover 96 á útivølli í dag (Mynd: Arminia Bielefeld)

Tað gongur væl hjá Jóan Símuni Edmundsson og liðfeløgunum í Arminia Bielefeld í aðru bundesligu í Týsklandi. Aftaná seks umfør eru Jóan Símun og liðfelagarnir á triðja plássi í deildini við 12 stigum aftaná tríggjar sigrar og tríggjar javnleikir.

Ósigraðu Arminia Bielefeld spælararnir vunnu í dag torføran útidyst 2-0 yvir Hannover 96, ið eigur heimavøllin har Føroyar hava spælt á tveimum sinnum, í 2002 og í 2012. Jóan Símun spældi allan dystin fyri Arminia Bielefeld í dag.

Arminia Bielefeld var á odda 1-0 við máli, ið liðskiparin Fabian Klos skoraði aftaná hálvtímin var farin. Málið var stútað inn aftaná hornaspark. 

Tá 64 minuttir vóru farnir økti Andreas Voglsammer við brotssparki, ið bleiv dømt til Bielefeld aftaná Fabian Klos var feldur í brotsteiginum.

Heimaliðið hevði 16 royndir á málið hjá Bielefeld. Bielefeld hevði 11 royndir á málið hjá Hannover. Hinvegin hevði Bielefeld 53 prosent av spælinum. 

Stuttgart liggur á odda við 14 stigum, og Hamburger SV er nummar tvey við 13 stigum. Arminia Bielefeld er nummar trý við 12 stigum.

Komandi leygardag spælir Arminia Bielefeld ímóti botnliðnum Wehen á útivølli. Wehen hevur bert vunnið eitt stig higartil, so møguleikarnir fyri trimum stigum til Jóan Símun og liðfelagarnir skuldu verið góðir.

HER  ber til at síggja málini Arminia Bielefeld skoraði móti Hannover 96. Upptøkurnar eru frá Soccerstand. 

 

 

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Arminia Bielefeld vunnu 2-0 á Hannover 96 á útivølli í dag (Mynd: Arminia Bielefeld)