Chelsea er nýtt oddalið

Sannførandi 3-0 heimasigur á Newcastle ber oddasessin við sær, tí Manchester City kiksaði í Norwich

Hóast Arsenal við eyðmýkjandi 5-1 tapi í Liverpool í dag misti oddasessin, so er tað framvegis eitt felag í London, ið verjir fremsta plássið í eingilsku landskappingini í fótbólti.

Chelsea og Manchester City høvdu seinnapartin møguleikan at lyfta seg framum Arsenal, men tað var bara Chelsea, sum tók av. Á heimavølli var avrikið sannførandi ímóti Norwich, og tað var ongantíð ivi um sigurin. Stóri maðurin var Eden Hazard, sum skoraði øll málini – tvey í fyrra hálvleiki og eitt í seinna hálvleiki. Hann er framúr væl fyri og ivaleyst kandidatur at verða ársins spælari, hóast hann ikki enn hevur vunnið heiðurin at verða kosin besti spælarin í einum mánað.

Manchester City misnýtti sín møguleika, tá ið tað ikki eydnaðist at vinna í Norwich, har úrslitið varð málleysur javnleikur. Tølini siga, at tað er munur á Manchester City á heimavølli og útivølli. Fyrr í ár vann City 7-0 á heimavølli ímóti Norwich!

At talan er um tætta kapping, ber gongdin seinastu umførini boð um. Oddasessurin hevur skift felag fleiri ferðir – Arsenal, Manchester City, Arsenal og nú Chelsea, sum kennist vera betri fyri enn kappingarneytarnir og harvið kanska er størri favorittur at verða meistari enn hini liðini. Verjan er sum bergið. Chelsea hevur spælt átta dystir í 2014, og tað er bara farið eitt mál ígjøgnum.

 26. umfar verður mitt í næstu viku. Mikukvøldið fær Arsenal vitjan av Manchester United, Chelsea skal spæla á útivølli ímóti WBA, Manchester City fær vitjan av Sunderland, og Liverpool skal spæla á útivølli ímóti Fulham.

 

25. umfar

Liverpool-Arsenal 5-1

Norwich-Manchester City 0-0

Crystal Palace-West Bromwich Albion 3-1 

Aston Villa-West Ham 0-2

Chelsea-Newcastle 3-0

Sunderland-Hull 0-2

Southampton-Stoke 2-2

Swansea-Cardiff kl. 17.30

 

Í morgin

Tottenham-Everton kl. 13.30

Manchester United-Fulham kl. 16.00