VIDEO: Kaj Leo leikti javnt og Gunnar tapti - Eingin spælitíð til Magnus

(Video) Síggj málini frá dystinum FH-Fylkir 1-2 (0-1), ið sendir Fylkir upp á ovastu rók í Pepsideildini

Gunnar Nielsen og liðfelagarnir taptu á heimavølli

Gunnar Nielsen og liðfelagarnir taptu á heimavølli

Ikki nakar serligur dagur hjá føroyingaliðunum í Íslandi ígjár.

Kaj Leo í Bartalsstovu fekk 70 minuttir á vøllinum tá lið hansara, Valur hevði nóg mikið av málmøguleikum til at vinna á Stjørnuni á heimavølli. Magnus Egilsson fekk onga spælitíð fyri Val ígjár. Tíðliga í seinna hálvleiki hevði Kaj Leo ein góðan stútara sum tíverri fór framvið málinum.

Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH. ið á heimavølli tapti 1-2 til Fylkir sum nú er oddalið í bestu íslendsku deildini. Þórður Gunnar Hafþórsson legði Fylkir á odda tá ein hálvur tími var farin av dystinum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Daníel Hafsteinsson fyri FH, men bert seks minuttir seinni skoraði Arnór Borg Guðjohnsen, maður av kendari fótbóltsætt í Íslandi sigursmálið hjá Fylkir. Sambært Morgunblaðnum hevði Gunnar onkra góða bjarging, men verjan hjá FH sá ikki optimalt út tá Fylkir skoraði til 2-1. Eisini datt Gunnar í støðuni beint áðrenn Fylkir skoraði til 1-0.

Sera javnt er í Pepsideildini sum stigatalvan eisini vísir:

Lið:
Fylkir611:612
KR58:512
Breiðablik613:911
ÍA615:810
Valur613:610
Víkingur R.68:98
Stjarnan36:27
FH510:127
HK611:155
Grótta67:164
KA55:103
Fjölnir65:142

HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum millum FH og Fylkir:

Gunnar Nielsen og liðfelagarnir taptu á heimavølli