VIDEO: Kaj Leo skoraði og Valur vann seg víðari

(Video) Tað er nú møguleiki fyri føroyingauppgerð í íslendsku steypafinaluni 7. november

Savnsmynd: mbl.is

Savnsmynd: mbl.is

Bæði føroyingaliðini, FH og Valur hava vunnið seg í hálvfinaluna í íslendsku steypakappingini, har kappast verður um sonevnda Mjólkarbikarið.

Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH vunnu 3-0 á Stjørnuni, og Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Vali vunnu 2-1 á HK aftaná longda leiktíð. Kaj Leo legði Val á odda tíðliga í fyrra hálvleiki við góðum skoti. Kaj Leo var skiftur út tá 77 minuttir vóru farnir av dystinum. Tað stóð á gomlum nøglum, men liðfelagarnir knógvaðu ein sigur heim í longdu leiktíðini.

Valur møtir KR í hálvfinaluni, so talan verður um ein Reykjavíkar-klassikkara.

Gunnar og liðfelagarnir í FH fáa høvið at hevna tapið móti ÍBV í steypafinaluni í 2017. ÍBV er nummar fýra í næstbestu deildini, so FH er greiður favorittur til at vinna hesaferð.

Hálvfinalurnar verða leiktar 15. oktober. Steypafinalan, ið vónandi verður ein føroyingauppgerð verður leikt 7. november. 

HER ber til at síggja sera vakra málið Kaj Leo í Bartalsstovu skoraði longu í fimta minutti í fjórðingsfinaluni móti HK: 

Savnsmynd: mbl.is