VIDEO: KÍ-FC Luzern 0-1 (Hæddarpunkt)

(Video) Síggj innslag við hæddarpunktum frá sveisiskum sjónvarpi frá dystinum á Svangaskarði farna hóskvøld

Her sæst Patrik Johannesen í dysti fyri KÍ móti Riterai úr Litava

Her sæst Patrik Johannesen í dysti fyri KÍ móti Riterai úr Litava

2. umfar gjørdist endin á evropeiska fótbóltsævintýrinum hjá KÍ á hesum sinni. Tað gjørdist greitt eftir, at teir á Svangaskarði farna hóskvøld taptu 1-0 og harvið samlað 2-0 ímóti FC Luzern úr Sveis.

KÍ var rímiliga væl við í fyrra hálvleiki og spældi seg í onkrar góðar støður, men tað vóru gestirnir, sum løgdu seg á odda 1-0 tá ið góður hálvur tími var leiktur. Málskjútti var Idriz Voca.

Í seinna hálvleiki legði KÍ bragdliga fyri og Deni Pavlovic hevði eitt nú ein stútara á tríkantin, men tættari enn hetta kom KÍ ikki at hótta ta samlaðu 2-0-leiðsluna hjá FC Luzern.

Tað endaði við 1-0-sigri til FC Luzern, og við samlaðum 2-0-sigri eru teir nú víðari til triðja umfar, har teir skulu spæla ímóti spanska Espanyol.

KÍ hevur varpað bæði Tre Fiori (San Marino) og FK Riteriai (Litava) úr Europa League.

HER  ber til at síggja eitt innslag við hæddarpunktum frá dystinum frá sveisiskum sjónvarpi.

KÍ - FC Luzern (0-1) - samanlagt 0-2

0-1: Idriz Voca, 34.

: Kristian Joensen – Jóannes Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jákup B. Andreasen, Simen Sandmæl (79. Torbjørn Grytten), Semir Hadzibulic (79. Jonn Johannesen), Jóannes Bjartalíð – Patrik Johannesen, Páll A. Klettskarð

FC Luzern: Marius Muller - Christian Schwegler, Lucas Alves, Stefan Knezevic, Simon Grether - Marvin Schulz (68. Remo Arnold), Idriz Voca, Tsiy-William Ndenge - Pascal Schurpf (62. Otar Kakabadze), Blessing Eleke, Shkelqim Demhasaj

Her sæst Patrik Johannesen í dysti fyri KÍ móti Riterai úr Litava