VIDEO: Legendariska málið í Landskrona

(Video) Síggj og hoyr minniliga málið hjá Torkili Nielsen, ið var skotið í Landskrona fyri júst 30 árum síðani

Savnsmynd av legendariska málinum hjá Torkili Nielsen

Savnsmynd av legendariska málinum hjá Torkili Nielsen

Í dag eru 30 ár liðin síðani Føroyar vunnu minniliga 1-0 EM-undankappingarsigurin á Eysturríki í Landskrona í Skåne í Svøríki.

Dysturin var samstundis fyrsti dysturin hjá Føroyum í altjóða kapping.

Árni Gregersen var frásøgumaður hjá Sjónvarpi Føroya hendan minniliga dagin fyri 30 árum síðani.

Klokkan 15 til 17 í dag verður ein serlig Landskrona-sending á FM1, har prátað verður við ymiskar spælarar og aðrar, ið vóru knýttir at landsliðshópinum í fyrstu undankapping okkara. 

HER ber til at síggja og hoyra minniliga málið við Árna Gregersen sum frásøgumanni:

##med2##

Savnsmynd av legendariska málinum hjá Torkili Nielsen

Frásøgnin hjá Árna Gregersen á SVF av málinum hjá Torkili Nielsen í Landskrona