VIDEO: Loksins vunnu Ari og Sandnes ULF aftur

(Video) Aftaná seks tap á rað komu Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes ULF loksins á sigursslóðina aftur ígjár

Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes ULF vunnu loksins aftur ígjár (Mynd: Sandnes ULF)

Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes ULF vunnu loksins aftur ígjár (Mynd: Sandnes ULF)

Ígjár spældi Ari Mohr Jónsson sín fjórða heila dyst á rað fyri Sandnes ULF í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

Men hesaferð slapp Ari Mohr Jónsson loksins at vinna ein dyst aftur fyri Sandnes ULF. Ígjár tóku Ari Mohr Jónsson móti Notodden á heimavølli. Sandnes ULF vann dystin 1-0, og sigurin kemur á eitt turt stað, tí undan dystinum ígjár hevði Sandnes ULF tapt seks dystir á rað í OBOS-liguni sum næstbesta norska deildin verður nevnd.

Bjørnar Holmvik gjørdist dagsins maður hjá Sandnes ULF, tá hann skoraði sigursmálið í 77. minutti.

Sandnes ULF er nummar 10 av teimum 16 liðunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini við 26 stigum. Liðið hevur níggju stig niður til niðurflytingarstrikuna.

Mikukvøldið spælir Sandnes ULF ímóti absolutta botnproppinum, Tromsdalen á útivølli.

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Sandnes ULF og Notodden:

 

Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes ULF vunnu loksins aftur ígjár (Mynd: Sandnes ULF)