VIDEO: Macaque apurnar í Gibraltar

(Video og myndatema - OYL) Á Gibraltar Rock (Gibraltar-fjallinum) liva einastu villu apurnar í øllum Evropa

Macaque apurnar eru høvuðs turistattraksjónin í Gibraltar (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Macaque apurnar eru høvuðs turistattraksjónin í Gibraltar (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Gibraltar verður mangan nevnt "The Rock" eftir The Gibraltar Rock - Gibraltar-fjallinum - sum er ein sterk ímynd av Gibraltar.

Tað sum eisini ger Gibraltar serstakt eru Macaque apurnar, ið liva á Gibraltar-fjallinum. Talan er um einastu villu apur í øllum Evropa. Seinasta teljing vísti, at 230 Macaque apur liva á Gibraltar-fjallinum.

Tað er ikki ov nógv sagt, at Macaque apurnar eru størsta turistattraksjónin hjá Gibraltar, ið hevur ikki færri enn sjey miljónir ferðafólk um árið. Meir enn 200 cruiseskip vitja á hvørjum ári.

Her ber til at síggja ein stuttan film vit filmaðu á Gibraltar-fjallinum ígjár:

##med2##

##ms##

 

 

Macaque apurnar eru høvuðs turistattraksjónin í Gibraltar (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Einastu villu apurnar í Evropa liva í Gibraltar