VIDEO: Málið Jóan Símun skoraði fyri Bielefeld í dag

(Video) Arminia Bielefeld vann stórsigur 6-0 á Jahn Regensburg í 2. bundesligu i dag. Síggj málini her

Jóan Símun Edmundsson var millum málskjúttarnar hjá Arminia Bielefeld í dag

Jóan Símun Edmundsson var millum málskjúttarnar hjá Arminia Bielefeld í dag

Liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni, Arminia Bielefeld er í spennandi uppflytingarstríði í 2. bundesligu í Týsklandi saman við gomlu stórfeløgunum, Hamburger SV og Stuttgart.

Við 6-0 sigri á heimavølli móti Jahn Regensburg fyrr í dag heldur Arminia framvegis um oddasessin.

Arminia Bielefeld hevur 41 stig og Hamburger SV hevur 40 stig. Stuttgart hevur 38 stig. Tvey tey ovastu liðini flyta beinleiðis upp. Triðovasta liðið spælir uppflytingardyst móti triðaftasta liðnum í 1. bundesligu.

Jóan Símun Edmundsson átti lut í stórsigrinum í dag við at skora til 2-0 tá 35 minuttir vóru farnir av dystinum. Talan var um fimta málið hjá føroyska landsliðsspælaranum hetta kappingarárið. 

Á  HESARI  leinkjuni ber til at síggja tey seks málini. Málið hjá Jóan Símuni er tað næstovasta videobrotið. 

Komandi leygardag klokkan 12 spælir Arminia Bielefeld á útivølli móti Greuther Fürth. 

Jóan Símun Edmundsson var millum málskjúttarnar hjá Arminia Bielefeld í dag