VIDEO: Manglandi offside og bóltdrongur feldu Gunnar og FH á útivølli

(Video) FH tapti 1-4 móti Víkingi, men serliga triðja málið hjá Víkingi var sera kontroversielt. Síggj hendingina her

Gunnar Nielsen gjørdist ósjálvboðið partur av margháttligari hending í Pepsideildini ígjár

Gunnar Nielsen gjørdist ósjálvboðið partur av margháttligari hending í Pepsideildini ígjár

Á pappírinum tapti FH greitt 1-4 móti Víkingi Reykjavík á útivølli í dysti í Pepsideildini ígjár.

Væl kann tað vera, at tað var uppiborin heimasigur, men serliga triðja málið sum Víkingur fekk hevur skapt stórt kjak í Íslandi.

Høvuðsvenjarin hjá FH, gamli HB-venjarin, Ólafur Kristjánsson og allir spælararnir hjá FH eru sera harmir um tað sum hendi við 3-0 málið. 

Beint undan steðginum fekk Víkingur fríspark tveir metrar frá hornaflagginum. Bólturin rullaði útum síðulinjuna, og har var ein bóltdrongur hjá Víkingi skjótur at sparka bóltin oman til Óttar Magnús Karlsson, ið tók frísparkið beinavegin uttan, at Gunnar Nielsen í málinum og verjuspælararnir hjá FH vóru klárir. Óttar Magnús Karlsson sparkaði bóltin beinleiðis í málið, og dómarin góðkendi málið hóast Gunnar og hinir FH ikki vóru klárir til at dekka upp fyri einum frísparki. At ein blaðungur bóltdrongur eisini gjørdist partur av hendingini ger hetta til mest kontroversiellu hending í íslendskum fótbólti í ár.

HER ber til at síggja kontroversiellu hendingina og hini málini í dystinum. FH-arnir eru heldur ikki nøgdir við annað málið hjá Víkingi, sum teir meintu var offside:

Her er stutt samrøða við bóltdrongin, ið viðgongur í samrøðuni við Støð2, at hann sá ein gyltan møguleika hjá sínum monnum at skora uppá frísparkið til 3-0 til Víking:

Gunnar Nielsen gjørdist ósjálvboðið partur av margháttligari hending í Pepsideildini ígjár