VIDEO og FM1: Seinastu ótrúligu minuttirnir móti Spania

(Video og FM1) Síggj upptøku av stroymingini og hoyr frásøgnina hjá Hilmar Jan Hansen á FM1 afturvið

Føroyar hava ikki átt talentfullari ungdómslið enn hetta U17 manslandsliðið, ið hevur koppað Noregi og Spania í dag

Føroyar hava ikki átt talentfullari ungdómslið enn hetta U17 manslandsliðið, ið hevur koppað Noregi og Spania í dag

##med2##

Omanfyri ber til at síggja og hoyra eina YouTube upptøku.

Talan er um stroymingina hjá EHF, og frásøgnina hjá FM1 av teimum seinastu minuttunum av ótrúliga dystinum, har føroyska U17 manslandsliðið í hondbólti koppaði Spania við einum 31-27 sigri. 

Hilmar Jan Hansen segði frá á FM1, og Helgi H. Hoydal var viðmerkjari.

Upptøkan er nakað spontan og ikki tann fremsta, men roynt var at dokumentera søguligu løtuna gjøgnum tveir miðlar, Og viðhvørt er neyðugt at vera spontanur.

Føroyar spæla móti Estlandi klokkan 11 í morgin. Estland tapti 18-27 (6-15) móti Noregi, so vónirnar eru góðar hjá Føroyum.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

 

Føroyar hava ikki átt talentfullari ungdómslið enn hetta U17 manslandsliðið, ið hevur koppað Noregi og Spania í dag

Faroe Islands u17 vs Spain u17 31-27 - last minutes with faroese commentary