VIDEO: Reytt kort kostaði AC Horsens dýrt

(Video) Hallur Hansson slapp á vøllin seinasta korterið tá AC Horsens tapti stórt í Aalborg

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images

Tað stóð ikki heilt illa til hjá liðfeløgunum hjá Halli Hansson, tá AC Horsens spældi útidyst í donsku superliguni móti AaB norðuri í Aalborg.

Støðan var 0-0 í steðginum, men tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik fekk Alexander Ludwig hjá AC Horsens seinna gula kortið, og so máttu teir gulu stríðast 10 móti 11, og tað fekk heimaliðið gagnnýtt, og AaB vann sannførandi 4-0.

Hallur Hansson kom á vøllin tá 75 minuttir vóru farnir. Tá var støðan 2-0 til AaB.

AaB – AC Horsens 4-0 (0-0)
1-0 Frederik Børsting (55.)
2-0 Patrick Olsen (61.)
3-0 Tom van Weert (87.)
4-0 Oliver Abildgaard (90.)

Komandi sunnudag tekur AC Horsens móti OB á CASA leikvøllinum í Horsens.

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá DR frá dystinum millum AaB og AC Horsens.

Støðan:

(soccerstand.com)
1.FC Midtjylland16 dystir132125:741 stig
2.FCK17121432:2037
3.Brøndby17101634:2431
4.Aarhus1792628:1929
5.AaB1782729:2026
6.OB1682626:1826
7.FC Nordsjælland1773730:2724
8.Randers FC1773728:2624
9.Lyngby1772823:3123
10.Sonderjyske1747621:2819
11.AC Horsens17 dystir53914:3018 stig
12.Hobro1728718:2514
13.Esbjerg17341015:2813
14.Silkeborg17141222:427

 

 

Mynd: Getty Images