VIDEO: Royndur Dundalk-spælari ávarar ímóti at undirmeta KÍ

(Video) Tað líkar illa roynda verjuspælaranum hjá Dundalk FC, Brian Gartland at hoyra, at summi halda dystin móti KÍ vera eina lætta uppgávu

Royndi miðverjin hjá Dundalk FC, Brian Gartland ávarar staðiliga ímóti, at fólk undirmeta KÍ

Royndi miðverjin hjá Dundalk FC, Brian Gartland ávarar staðiliga ímóti, at fólk undirmeta KÍ

Miðverjin, 33 ára gamli Brian Gartland hevur spælt 147 dystir fyri Dundalk FC síðani 2013.

Í samrøðu við YouTube rásina hjá Dundalk FC ávarar hann staðiliga ímóti at undirmeta KÍ.

Brian Gartland undirstrikar, at KÍ skoraði heili seks mál móti einum liði úr Georgia, og Dundalk hava í vanligari leiktíð ikki skora meir enn eitt mál í hvørjum dysti í hesari Europa League undankappingini.

- Fyrr søgdu onnur um okkum, at hatta er bara eitt írskt lið, sigur Brian Gartland og minnir fólk aftur á um ikki at undirmeta KÍ.

Brian Gartland undirstrikar tó, at hann og liðfelagarnir fara at stríðast har fyri at vinna á KÍ, og harvið vinna seg í Europa League bólkaspælið.

HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna við Poul Gartland: 

##med2##

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1 frá klokkan 19.25. Byrjað verður at senda klokkan 18.30. Longu klokkan 15 til 17 verður ein upptakssending við Tróndi Arge og Hera Simonsen. 

ØLL kunnu hoyra FM1 HER

 

 

Royndi miðverjin hjá Dundalk FC, Brian Gartland ávarar staðiliga ímóti, at fólk undirmeta KÍ

Brian Gartland | Dundalk FC v KI Preview | September 30th 2020