VIDEO: Seinasta føroyska-slovakiska uppgerðin á heimavølli

(Video) Síggj hæddarpunktini frá seinast eitt slovakiskt lið í mansfótbólti vitjaði í Føroyum. Hetta var á Svangaskarði í 1996

Savnsmynd frá 1990-árunum

Savnsmynd frá 1990-árunum

Fyrr í dag gjørdist greitt, at KÍ skal spæla móti slovakiska meistaraliðnum, Slovan Bratislava á heimavølli við Djúpumýru í Klaksvík 18. ella 19. august.

Slovakisk manslið í fótbólti hava ikki vitjað ofta í Føroyum.

Seinast var til ein spennandi HM-undankappingardyst á Svangaskarði á Toftum 31. august í 1996.

Føroyar spældu ein brandyst móti Slovakia hendan dagin. Slovakia vann 2-1 við einum sigursmáli, ið Peter Dubovsky skoraði uppá beinleiðis fríspark í 89. minutti. Tað var sera súrt fyri føroyska liðið og áskoðarafjøldina á Svangaskarði, men eftir stóð eitt gott leikligt avrik.

Lubomir Moravcik legði Slovakia á odda 1-0 tá 13 minuttir vóru farnir. Tveir minuttir seinni bjargaði Jens Martin Knudsen hegnisliga einum brotssparki hjá Peter Dubovsky.

Tá ein tími var farin javnaði Jan Allan Müller við einum framúr góðum stútara, og fagnaðurin var øðiligur á Svangaskarði.

Nú verður spennandi at síggja um KÍ kann gera tað eitt betur móti slovakiskari mótstøðu enn landsliðið gjørdi tað í 1996.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum á Svangaskarði í 1996. Frásøgumaður er Leivur Hansen hjá SVF. Tað er rásin "Farerets", ið hevur lagt nógv eldri føroysk fótbóltsbrot út, ið hevur lagt hæddarpunktini út: 

##med2##

HER  ber til at síggja dystarfakta frá FaroeSoccer.

 

 

 

 

Savnsmynd frá 1990-árunum

Faroes - Slovakia 1-2. 1998 World cup qualifiers. Peter Dubovský final word