Video: Seks mál í trimum dystum

Mikukvøldið varð fult umfar í Betri Deildini hjá kvinnum. Tilsamans seks mál vórðu skoraði í teimum trimum dystunum

Mikukvøldið varð fult umfar í Betri Deildini hjá kvinnum. Tilsamans seks mál vórðu skoraði í teimum trimum dystunum. Niðast í greinini síggjast málini í hesum umfarinum.

Við sigri á EBS/Skála heldur NSÍ fast um 2. plássið í fremstu deildini hjá kvinnum. Hetta gjørdist greitt, tá fult umfar varð spælt mikukvøldið, og runavíkskvinnur vunnu 1-0 á heimavøllinum við Løkin.

Á Tórsvølli vann B36 2-1 á ÍVB, og í Klaksvík endaði við javnleiki 1-1 ímillum KÍ og HB. Harvið er stríðið um silvur- og bronsukrónurnar varðveitt.

Í FSF Varpinum ber til at síggja tey seks málini, sum vórðu skoraði í teimum trimum dystunum mikukvøldið.

Komandi leygardag spæla kvinnurnar aftur, og tá hittast tey soleiðis: EBS/Skála – KÍ, B36 – NSÍ og ÍVB – HB.

##med2##

FSF Varpið: Málini í 12. umfari í Betri Deildini hjá kvinnum (30.09.2020)