VIDEO: Síggj bæði tey vøkru málini hjá Brandi Olsen

(Video) Síggj hvussu Brandur H. Olsen við tveimum rimmar málum tryggjaði FH sigurin móti Fylkir

Mynd: Morgunblaðið

Mynd: Morgunblaðið

Brandur Hendriksson Olsen gjørdi aftur ein vørr um vikuskiftið

Liðið hjá Brandi, FH vann 2-1 á Fylkir á heimavølli, og Brandur skoraði bæði málini fyri FH.

Ólafur Ingi Skúlason legði Fylkir á odda á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfirði tá fimm minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki.

Men so fór Brandur Hendriksson Olsen í gongd. Tá 61 minuttir vóru farnir javnaði Brandur fyri FH við einum góðum skoti uttanfyri brotsteigarmarkið, og júst tá vanliga leiktíðin var farin skoraði Brandur sigursmálið til 2-1 við enn einum góðum skoti frá brotsteigarmarkinum.

HER ber til at síggja bæði málini hjá Brandi H. Olsen. Tað er Støð2 sum analyserar málini. 

 

 

Mynd: Morgunblaðið