VIDEO: Síggj málið Hallur Hansson skoraði móti Randers

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-Randers FC 1-2 (1-1)

Hallur Hansson legði AC Horsens á odda 1-0, men talan gjørdist um eitt 1-2 tap móti Randers FC á heimavølli

Hallur Hansson legði AC Horsens á odda 1-0, men talan gjørdist um eitt 1-2 tap móti Randers FC á heimavølli

AC Horsens tapti í dag triðja dystin á rað í seinnu hálvu í donsku Superliguni.

Hallur Hansson var á vøllinum allan dystin og legði heimaliðið á odda, men tað endaði við einum 2-1 ósigri móti Randers FC.

Føroyski landsliðsspælarin er liðskipari hjá AC Horsens og hann gekk eisini á odda í dystinum. Hann byrjaði við at leggja AC Horsens á odda longu aftaná seks minuttir. Eftir eitt av tiltiknu longu innkøstunum hjá AC Horsens, endaði bólturin fyri føturnar á Halli Hansson, sum prikaði bóltin í málið.

Randers FC javnaði stutt undan steðginum, og tá eitt stórt korter var farið av seinna hálvleiki skoraðu teir sigursmálið.

Hallur Hansson hevur brotið ein fingur, men tað órógvar ikki meir enn at hann fær spælt. Móti dystarenda sendi AC Horsens 16 ára gamla føðingardagsbarnið, Jeppe Kjær Jensen, á vøllin. Hann er yngsti spælari nakrantíð, sum er komin á vøllin í Superliguni. AC Horsens hevur 25 stig á 11 plássi. Teir enda við hesum helst í niðari hálvu, tá endaspælið fer í gongd.

HER  ber til síggja málið hjá Halli og hini hæddarpunktini frá dystinum: 

##med2##

Hallur Hansson legði AC Horsens á odda 1-0, men talan gjørdist um eitt 1-2 tap móti Randers FC á heimavølli

Hæddarpunkt: AC Horsens-Randers FC 1-2 (1-1)