VIDEO: Síggj vakra og søguliga málið hjá Jóan Símuni

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Arminia Bielefeld-FC Køln 1-0 (0-0) við søguligum føroyskum máli

Jóan Símun Edmundsson er fyrsti føroyingurin, ið skorar mál í einari topp 5 liga í Evropa

Jóan Símun Edmundsson er fyrsti føroyingurin, ið skorar mál í einari topp 5 liga í Evropa

So væl orðaði Tróndur Arge tað á in.fo fyrr í dag: - Jóan Símun Edmundsson hevur í dag skrivað ein heilan nýggjan kapittul í føroyskari fótbóltssøgu. Hann er fyrsti føroyingurin, sum er komin á vøllin í Bundesliguni, sum er besta deildin í Týsklandi, tá hann bleiv skiftur inn eftir 67 minuttir í dystinum millum Arminia Bielefeld og FC Køln.

Tá hann hevði verið á vøllinum í 11 minuttir skoraði hann eisini tað, sum skuldi vísa seg at verða avgerandi málið í dystinum. Toftamaðurin kom inn á høgra miðvøllinum, og tað var eisini úr høgru síðu, at hann skoraði málið, eftir at Stefan Ortega sendi hann avstað.

Vinkulin bleiv nakað spískur, men Jóan Símun Edmundsson var neyvur við høgra beininum og sendi bóltin lágt framvið málverjanum og inn um nærmaru stong. Síðani megnaði Arminia Bielefeld at halda FC Køln burtur frá málinum og vinna 1-0.

HER  ber til at síggja vakra og søguliga málið hjá Jóan Símuni Edmundssyni umframt aðrar støður frá dystinum. 

Jóan Símun Edmundsson er fyrsti føroyingurin, ið skorar mál í einari topp 5 liga í Evropa