Fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá HB, Jens Berthel Askou hevur framvegis sítt fyrsta mál til góður sum venjari hjá AC Horsens í donsku superliguni, men í dag kom so fyrsta stigið til høldar.
Aftaná tap uppá 0-1, 0-2 og 0-3 spældi AC Horsens í dag javnleik 0-0 móti OB á CASA leikvøllinum í Horsens.
Hallur Hansson bleiv skiftur út í tíðini sum dómarin legði aftrat. AC Horsens var nærri sigrinum enn OB sum hæddarpunktini eisini vísa.
AC Horsens er aftast við sjey stigum saman við Lyngby. 11 stig eru upp til FC Nordsjælland á triðaftasta plássinum.
Komandi fríggjakvøld er granna- og vónandi føroyingauppgerð millum Vejle og AC Horsens í Vejle. Vejle spælir á útivølli móti Brøndby klokkan 17 í dag.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens og OB, ið endaði við javnleiki 0-0:
##med2##