VIDEO: Soleiðis koppaðu íslendsku strákarnir donsku heimsmeistarunum

(Video) Síggj hæddarpunkt frá fantastiska íslendska sigrinum á Danmark í Malmö fyrr í kvøld

Ísland vann ein fantastiskan 31-30 sigur á donsku OL- og HM-vinnarunum (Mynd: AFP)

Ísland vann ein fantastiskan 31-30 sigur á donsku OL- og HM-vinnarunum (Mynd: AFP)

Ígjár skelkaði Portugal hondbóltsheimin við at vinna á hondbóltsrisanum, Fraklandi.

Í dag skelkaði Ísland hondbóltsheimin við at vinna 31-30 á donsku HM og OL-vinnarunum frammanfyri einari fullsettari Malmö Arena høll. Í steðginum var javnleikur 15-15.

Liðini fylgdust allan vegin, men móti dystarenda høvdu íslendingar avgerandi neyvleikan við sær.

Danmark-Ísland 30-31 (15-15)

Málskjúttar og bjargingar Danmark:                  Málskjúttar og bjargingar Ísland:

Mikkel Hansen - 9 / 3
Hans Lindberg - 5
Rasmus Lauge - 5
Henrik Møllgaard - 4
Michael Damgaard - 3
Mads Mensah - 2
Magnus Bramming - 1
Magnus Saugstrup - 1
Mörk10 - Aron Pálmarsson
5 - Alexander Petersson
4 - Kári Kristján Kristjánsson
4 - Guðjón Valur Sigurðsson
2 / 2 - Arnór Þór Gunnarsson
2 / 2 - Bjarki Már Elísson
1 - Janus Daði Smárason
1 - Elvar Örn Jónsson
1 - Ólafur Guðmundsson
1 - Ýmir Örn Gíslason
Niklas Landin - 5 / 1
Jannick Green - 2
Varin skot8 - Björgvin Páll Gústavsson
2 - Viktor Gísli Hallgrímsson

Gongdin í dystinum: 3:2, 8:7, 11:10, 13:12, 15:15, 17:17, 21:20, 23:24, 26:28, 29:29, 30:31.

Í hinum bólkinum í bólki E vann Ungarn 26-25 (14-13) á Russlandi, so talan er um ein veruligan krútbólk, har alt kann henda.

Fyri íslendska venjaran, Guðmund Guðmundsson, ið var sagdur úr starvi sum venjari hjá danska hondbóltslandsliðnum, hóast hann førdi liðið til fyrsta og einasta OL-gullið nakrantíð var sigurin eyka søtur. 

Lið:dystirmálmunur
Ísland131:302 stig
Ungarn126:252
Danmark130:310
Russland125:260

Bólkur A: 
Montenegro - Serbia 22-21 (11-10)
Kroatia - Hvítarussland 31-23 (15-10)

Bólkur C:

Lettland - Niðurlond 24-32 (10-16). Talan er um fyrsta niðurlendska sigurin í einum EM-endaspæli.
Spania - Týskland  33-26 (14-11)

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá fantastiska dystinum millum Danmark og Ísland: 

 

##med2##

Ísland vann ein fantastiskan 31-30 sigur á donsku OL- og HM-vinnarunum (Mynd: AFP)

Denmark vs. Iceland Highlights | Day 3 | Men's EHF EURO 2020