VIDEO: Soleiðis tryggjaði Brandur Helsingborg eitt stig

(Video) Síggj hvussu Brandur H. Olsen skoraði sítt fyrsta mál í allsvenskuni

Brandur H. Olsen gjørdist bjargingarmaður hjá Helsingborg í kvøld

Brandur H. Olsen gjørdist bjargingarmaður hjá Helsingborg í kvøld

Tað sá svart út hjá Helsingborg á Olympia leikvøllinum í Helsingborg. Teir brendu møguleika omaná møguleika í heimadystinum móti Ørebro, ið legði seg á odda longu tá tríggir minuttir vóru farnir av dystinum.

Ørebro var á odda 1-0 til farið var væl útum tíðina dómarin hevði lagt aftrat. Tá fangaði Brandur H. Olsen ein returbólt og sendi hann í netið til javnleik 1-1.

Tað gjørdist seinasta sparkið í dystinum, og gjørdist Brandur sostatt stóra hetjan hjá Helsingborg.

Talan er um fyrsta málið hjá Brandi H. Olsen í Allsvenskuni, og væl var løtan vald.

Helsingborg er nummar 14 av teimum 16 liðunum í Allsvenskuni við átta stigum. Eitt stig er upp til trettanda plássið, ið er røttumegin niðurflytingarstrikuna. Har liggur Østersund við níggju stigum.

HER ber til at síggja málið hjá Brandi, tíverri er myndagóðskan ikki so góð: 

##med2##

Brandur H. Olsen gjørdist bjargingarmaður hjá Helsingborg í kvøld

Málið hjá Brandi H. Olsen