VIDEO: Soleiðis vann føroyingaliðið fyribils oddasessin

(Video) Síggj hvussu Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Vali vunnu 3-1 á Fjølni, og vunnu seg upp á oddasessin

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Vali vunnu seg uppá oddasessin í Pepsideildini ígjár

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Vali vunnu seg uppá oddasessin í Pepsideildini ígjár

Tað gongur væl hjá Kaj Leo í Bartalsstovu í Vali. Tað gongur ikki heilt líka væl hjá Magnusi Egilssyni, men liðið hjá Kaj Leo og Magnusi stendur seg samlað væl í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, og Valur vann seg ígjár uppá oddasessin i Pepsideildini.

Valur vann 3-1 á Fjølni á útivølli. Kaj Leo spældi allan dystin. Magnus Egilsson kom á vøllin tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Danski Lasse Petry legði Val á odda longu í sjeynda minutti. Fimm minuttir undan steðginum gjørdi Fjølnir sjálvmál, so Valur kom á odda 2-0. Stutt inn í seinna hálvleiki minkaði Fjølnir um munin til 1-2. Sigurður Egill Lárusson skoraði til 3-1 til Val tá 70 minuttir vóru farnir av dystinum.

Kaj Leo kom til onkran góðan málmøguleika, og hann fekk eisini eitt gult kort í dystinum ígjár.

Valur hevur 19 stig fyri níggju dystir. Komandi mikukvøld spælir Valur móti FH á útivølli. KR hevur 17 stig á øðrum plássi. 

HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum millum Fjølnir og Val:

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Vali vunnu seg uppá oddasessin í Pepsideildini ígjár