VIDEO: Soleiðis vann Linfield tepurt á HB

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Linfield-HB 1-0 (1-0), ið gav Linfield ein samlaðan 3-2 sigur í Europa League undankappingini

Her sæst liðskiparin hjá HB, Jógvan Rói Davidsen í nærdysti við Daniel Kearns hjá Linfield (Mynd: Belfast Telegraph)

Her sæst liðskiparin hjá HB, Jógvan Rói Davidsen í nærdysti við Daniel Kearns hjá Linfield (Mynd: Belfast Telegraph)

Eftir at fyrri dysturin heima í Gundadali endaði við 2-2-javnleiki, so skuldi HB farna hóskvøld royna at vinna seg til triðja umfar í Europa League, tá ið teir spældu ímóti Linfield á Windsor Park í Belfast, Norðurírlandi.

Heimaliðið legði seg á odda 1-0 tá ið 20 minuttir vóru spældir. Tað var Andy Waterworth, sum umsetti eitt brotsspark til mál. Sami maður skoraði tvær ferðir móti HB í Gundadali. Hetta var eisini hálvleiksstøðan.

HB var væl við í seinna hálvleiki og hevði møguleikar, men tað komu tó ikki fleiri mál í dystinum, sum harvið endaði við teprum 1-0-sigri til Linfield.

Linfield vann harvið dystin samanlagt 3-2 og er víðari til triðja umfar í Europa League, har teir hitta Sutjeska Niksic úr Montenegro.

Linfield hevur fimm ferðir av fimm møguligum vunnið samlað á føroyskum liði undanfarnu sjey árini. Fýra ferðir hevur tað verið tepurt, men teir hava vunnið tá samanum kom. 

Her ber til at síggja hæddarpunktini YouTube rásin hjá Linfield hevur lagt út: 

##med2##

Linfield - HB 1-0 (1-0) - samanlagt 3-2

1-0: Andy Waterworth, 20. (br.)

HB: Bjarti Vitalis Mørk - Jógvan Rói Davidsen, Hørður Askham, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Adrian Justinussen, Tróndur Jensen, Brynjar Hløðversson (60. Dan í Soylu) Símun Samuelsen - René Shaki Joensen (75. Pætur Petersen), Sebastian Pingel (60. Ari Mohr Olsen)

Linfield: Rohan Ferguson - Chris Casement, Mark Stafford, Jimmy Gallacher, Niall Quinn - Jordan Stewart (75. Kirk Millar), Bastien Héry, Jamie Mulgrew, Joel Cooper - Daniel Kearns (71. Shayne Lavery), Andy Waterworth

Her sæst liðskiparin hjá HB, Jógvan Rói Davidsen í nærdysti við Daniel Kearns hjá Linfield (Mynd: Belfast Telegraph)

Linfield v HB Torshavn 1/8/19