VIDEO: Soleiðis vunnu Kaj Leo og Gunnar stórsigrar

(Video) Síggj málini frá stórsigrunum føroyingaliðini, Valur og FH vunnu í Pepsideildini ígjár

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Vali liggja væl fyri í oddastríðnum í Pepsideildini

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Vali liggja væl fyri í oddastríðnum í Pepsideildini

Valur er greitt oddalið í bestu fótbóltsdeildini í Íslandi, meðan FH nú er fremsti avbjóðarin, eftir at úrslitini lagaðu seg til fyrimuns fyri Gunnar Nielsen og hansara menn.

Heimir Guðjónsson er í holt við eitt gott kappingarár í Vali. FM-vinnandi venjarin við HB í 2018, hevði Kaj Leo í Bartalsstovu á vøllinum allan dystin, tá Valur í gjár vann heili 5-1 á útivølli móti Stjarnuni, sum er ein av avbjóðarunum til íslendska meistaraheitið. Sermerkt við dystinum er, at tað var 5-0 í hálvleikinum.

HER ber til at síggja málini í 5-1 sigrinum hjá Vali: 

##med2##

HER ber til at síggja málini í 4-1 sigrinum hjá FH:

##med3##

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Vali liggja væl fyri í oddastríðnum í Pepsideildini