VIDEO: Tá Føroyar fingu steyp og aðrar heiðrar

(Video) Síggj handanina av heiðursmerkjum og steypi, og síggj Elias Ellefsen á Skipagøtu, Paula Jacobsen og Hákun Vest av Teigum fáa heiðrar

Mynd hjá Haraldi Bjørgvin av teimum sum vóru heiðraðir sum bestu spælarar. Teirra millum tríggir føroyingar, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Pauli Jacobsen og Hákun Vest á Teigum (Mynd: Harald Bjørgvin)

Mynd hjá Haraldi Bjørgvin av teimum sum vóru heiðraðir sum bestu spælarar. Teirra millum tríggir føroyingar, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Pauli Jacobsen og Hákun Vest á Teigum (Mynd: Harald Bjørgvin)

Tað er framvegis ringt at fata stóra bragdið hjá føroyska U17 manslandsliðnum í European Open kappingini í Gøteborg í Svøríki, har vertirnir vóru søktir í finaluni við einum sannførandi føroyskum avriki og einum 36-29 sigri til Føroyar.

Her ber til at síggja handanina av heiðursmerkjum, handanina til bestu spælararnar, og steypahandina til føroyska U17 manslandsliðið. 

Elias Ellefsen á Skipagøtu varð kosin týdningarmiklasti spælarin í kappingini, og hann var eisini toppskjútti.

Tveir føroyskir spælarar vórðu kosnir at eiga pláss á stjørnuliðnum, sum varð sett, tá ið finalan var av.

Pauli Jacobsen var kosin besti málverji, og Hákun Vest av Teigum var eisini valdur at vera millum teir sjey bestu.

##med2##

Tað er hvítarussiska hondbóltssambandið, ið hevur verið so beinasamt at leggja upptøkurnar út á YouTube.

Mynd hjá Haraldi Bjørgvin av teimum sum vóru heiðraðir sum bestu spælarar. Teirra millum tríggir føroyingar, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Pauli Jacobsen og Hákun Vest á Teigum (Mynd: Harald Bjørgvin)

Handball Men's 17 European Open 2019. Award Ceremony