Video: Tá Wozniacki vann Australian Open

Caroline Wozniacki hevur havt ein glitrandi lívsleið sum professionellur tennisleikari. Men hóast Wozniacki hevur verið á ovastu tindum innan tennisítróttina í yvir 12 ár, so varð tað ikki fyrr enn í 2018, at hon vann sína fyrstu grand slam kapping.

Wozniacki hevði frammanundan spælt seg til fleiri hálv- og kvartfinalur í teimum stóru kappingunum, umframt at hon hevði verið tvær ferðir í finaluni í US Open. Tað varð tó ikki fyrr enn í 2018, tá Wozniacki møtti Simonu Halep í Australian Open finaluni, at hon endiliga kundi kallað seg slam vinnara.

Simona Halep og Wozniacki lógu tá ávikavíst nummar tvey og eitt á WTA styrkilistanum, og hvørgin teirra hevði áður vunnið eina grand slam, hóast báðar eisini høvdu tapt tvær finalur (Halep í French Open í 2014 og 2017, Wozniacki í US Open í 2009 og 2014).