VIDEO: TNS fekk góða upptakt til dystin á Tórsvølli

(Video) Hoyr samrøðu við Adrian Cieslewicz, ið skoraði tvey mál móti Barry Town United fyri TNS, ið vann 3-0 á útivølli

Adrian Cieslewicz skoraði tvey mál fyri TNS New Saints móti Barry Town United ígjár

Adrian Cieslewicz skoraði tvey mál fyri TNS New Saints móti Barry Town United ígjár

Komandi mótstøðuliðið hjá B36 í øðrum undanumfarinum í Europa League á Tórsvølli komandi mikukvøld klokkan 19, TNS New Saints fekk eina munandi betri upptakt til dystin komandi mikukvøld enn B36 fekk ígjár.

Meðan B36 tapti greit 2-4, og var aftanfyri 0-4 móti NSÍ við Løkin í Runavík, so vann TNS New Saints greiðan 3-0 sigur á Barry Town United á útivølli ígjár. 

Adrian Cieslewicz, ið er bróðir Lukasz Cieslewicz skoraði til 1-0 og til 3-0 til TNS New Saints. Øll málini komu í seinna hálvleiki. 

Tað er tí eitt walisiskt lið við góðum sjálvsáliti, ið kemur til Føroya at spæla móti B36 í Europa League undankappingini.

Barry Town United er annars sama lið, ið tapti 1-5 móti NSÍ á Svangaskarði í undanundanumfarinum í Europa League.

HER ber til at hoyra samrøðuna YouTube-rásin hjá TNS New Saints gjørdi við Adrian Cieslewicz aftaná 3-0 sigurin ígjár. Í samrøðuni verður sjálvandi eisini nomið við Europa League dystin í Føroyum um tríggjar dagar. Adrian Cieslewicz er eitt sindur "óttafullur" um, at føroyska veðrið kann arga:

##med2##

Adrian Cieslewicz skoraði tvey mál fyri TNS New Saints móti Barry Town United ígjár

Samrøða YouTube-rásin hjá TNS New Saints gjørdi við Adrian Cieslewicz