VIDEO: TNS: Vit eru vanir við slíkar graslíkisvøllir

(Video) Høvuðsvenjarin hjá TNS New Saints, Scott Ruscoe hevur bitið merki í, at B36 er sera málsøkjandi, men letur samstundis rættiliga nógv mál inn

Høvuðsvenjarin hjá TNS New Saints, Scott Ruscoe og hansara menn eru vanir við graslíkisvøllir, sum tann á Tórsvølli

Høvuðsvenjarin hjá TNS New Saints, Scott Ruscoe og hansara menn eru vanir við graslíkisvøllir, sum tann á Tórsvølli

Tað er longri millum liðini sum grenja um at skula spæla á graslíki í Føroyum, tí alsamt fleiri fótbóltsfeløg kring Evropa hava útvegað sær graslíkisvøllir.

Tað er eisini støðan hjá mótstøðuliðnum hjá B36 í øðrum umfari í Europa League undankappingini á Tórsvølli í kvøld, TNS New Saints úr Wales. Dysturin byrjar klokkan 19, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

Øll kunnu hoyra FM1 HER

Í samrøðu við YouTube-rásina hjá TNS New Saints staðfestir høvuðsvenjarin, Scott Ruscoe, at hansara spælarar eru vanir við 3G graslíkisvøllir, ið eru átøkir vøllinum á Tórsvølli, so tað verður eingin vansi.

Scott Ruscoe sigur seg hava lagt merki til, at B36 skapar nógvar málmøguleikar, og hevur skorað 51 mál í 17 dystum í Betrideildini, men walisar hava eisini lagt merki til, at verjan er ikki sterkasta kortið hjá B36.

Í 1. undanumfarinum vann TNS New Saints seg eisini víðari aftaná longda leiktíð. Tað var aftaná ein flottan 3-1 sigur á Zilina úr Slovakia: - Um spælararnir fremja eitt slíkt avrik sum móti Zilina móti B36, so havi eg sera góðar vónir, sigur Scott Ruscoe.

HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna YouTube-rásin hjá TNS New Saints gjørdi við Scott Ruscoe: 

##med2##

HER ber til at síggja hvussu TNS New Saints hegnisliga vann 3-1 á Zilina aftaná longda leiktíð í fyrsta undanumfarinum:

##med3##

 

 

Høvuðsvenjarin hjá TNS New Saints, Scott Ruscoe og hansara menn eru vanir við graslíkisvøllir, sum tann á Tórsvølli

Samrøða við Scott Ruscoe, høvuðsvenjara hjá TNS New Saints

Hæddarpunkt: TNS New Saints-Zilina 3-1 (aftaná longda leiktíð)