VIDEO: Trompetspælari fekk Messi útvístan

Asier Villalibre hjá Athletic Bilbao gjørdi vart við seg sum málskjútti, og ikki minst sum trompetspælari tá Athletic Bilbao vann spanska Super Cup dystin

Asier Villalibre hjá Athletic Bilbao er ein framúr góður trompetspælari

Asier Villalibre hjá Athletic Bilbao er ein framúr góður trompetspælari

Millum ár og dag frættist um stór fótbóltstalent, ið eisini eru stór tónleikatalent.

Eitt av hesum er Asier Villalibre hjá baskiska liðnum, Athletic Bilbao sum spælir í La Liga í Spania.

Ígjár gjørdi Asier Villalibre veruliga við seg í Super Cup dystinum móti FC Barcelona.

Í vanligu leiktíðini javnaði hann til støðuna 2-2, og tryggjaði harvið Athletic Bilbao longda leiktíð.

Í longdu leiktíðini misti Lionel Messi hjá FC Barcelona tamarhaldið á sær sjálvum, og var vístur av vøllinum fyri at geva Asier Villalibre ein uppá kassan.

##med2##

Athletic Bilbao fekk einasta málið í longdu leiktíðini og vann harvið Super Cup dystin 3-2.

Aftaná dystin vísti Asier Villalibre, at hann eisini er ein framúr góður trompetspælari, og var hann stórliga fagnaður av liðfeløgunum meðan hann spældi eitt baskiskt sigurslag.

HER  ber til at síggja løtuna tá Asier Villalibre spældi trompet aftaná Super Cup sigurin hjá Athletic Bilbao:

##med3##

 

 

Asier Villalibre hjá Athletic Bilbao er ein framúr góður trompetspælari

Lionel Messi hjá FC Barcelona gav Asier Villalibre ein uppá kassan í Super Cup dystinum millum FC Barcelona og Athletic Bilbao ígjár

Fótbóltsspælari og trompetspælari: Asier Villalibre hjá Athletic Bilbao ger vart við seg á nógvum hermótum