VIDEO: Venjari hjá fótbóltslandsliðnum heiðrar U17 hondbóltshetjurnar

(Video) Jóannes Jakobsen hevur sett saman tónleikavideofilm við myndum frá Haraldi Bjørgvin og øðrum myndum frá European Open kappingini

Ein dygdargóð mynd hjá Haraldi Bjørgvin vit seint koma at troyttast av

Ein dygdargóð mynd hjá Haraldi Bjørgvin vit seint koma at troyttast av

Allar Ítróttarføroyar hávirða megnaravrikið hjá føroyska U17 landsliðnum í manshondbólti.

Ein sum veruliga vísir tað í verki er hjálparvenjarin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, Jóannes Jakobsen.

Fyri fáum árum síðani gjørdi Jóannes Jakobsen eitt nýtt lag til flaggsangin. Jóannesi dámdi ikki, at svenski "Engelbrecht-marsjen" skuldi verða lagið til flaggsang okkara.

Fyri at heiðra U17 gulldreingirnar í hondbólti, og fyri at takka teimum hevur Jóannes Jakobsen gjørt ein tónleikavideo, har Rókur Jákupsson syngur flaggsangin við egnum lagi. Myndirnar, ið koyra aftur við eru dygdargóðar myndir hjá Haraldi Bjørgvin, og so nakrar myndir frá stroymingini.

Her ber til at síggja tónleikavideo-filmin Jóannes Jakobsen hevur lagt út á YouTube:

##med2##

Fyri stuttum lýsti liðskiparin hjá fótbóltslandsliðnum sín fulla stuðul til A-landsliðið hjá monnum í hondbólti. Tað kann hoyrast HER

Ein dygdargóð mynd hjá Haraldi Bjørgvin vit seint koma at troyttast av

U17 Garpar