Hetta hevur verið ein minnilig vika hjá Viljormi í Heiðunum Davidsen.
Farna mikukvøld skrivaði hann fótbóltssøgu hjá Vejle við at gerast tann útlendski spælarin við flest alment skrásettum dystum fyri Vejle.
Í dag gjørdist talan um ein góðan dag hjá bæði Viljormi og hjá Vejle.
Vejle fekk trý stig við góðum 2-0 heimasigri á OB. Viljormur var liðskipari og spældi allan dystin, og hann legði hegnisliga upp til fyrra málið sum brasilski, Allan Sousa skoraði.
Umframt at leggja upp til málið legði Viljormur aftrat metinum hjá sær, og er nú komin uppá 183 dystir fyri Vejle.
Vejle – OB 2-0 (0-0)
60. 1-0 Allan Sousa
89. 2-0 German Onugkha
Tætt er millum dystirnar hjá Vejle nú. Longu komandi mikukvøld skal Vejle spæla seinnu fjórðingsfinaluna í donsku steypakappingini móti Randers FC. Fyrra fjórðingsfinalan endaði við javnleiki 0-0.
Vejle er á áttandi plássi í donsku við 24 stigum, bert eitt stig aftanfyri SønderjyskE, ið er á sætta plássi.
Seks tey ovastu liðini í grundspælinum fara víðari til meistaraskapsendaspælið.
HER ber til at síggja hæddarpunktini við m.ø. góða upplegginum hjá VIljormi til fyrra málið hjá Vejle:
##med2##
Nr | Lið | Dystir | Stig | |
---|---|---|---|---|
1 | Brøndby | 20 | 41 | |
2 | FC Midtjylland | 20 | 39 | |
3 | AGF | 20 | 36 | |
4 | FCK | 20 | 34 | |
5 | Randers FC | 20 | 28 | |
6 | SønderjyskE | 19 | 25 | |
7 | OB | 20 | 25 | |
8 | Vejle | 20 | 24 | |
9 | FC Nordsjælland | 20 | 23 | |
10 | AaB | 19 | 22 | |
11 | Lyngby | 20 | 17 | |
12 | AC Horsens | 20 | 12 |