VIDEO: Viljormur og Vejle bert eitt stig frá superliguni

(Video) Viljormur Davidsen fekk eitt korter á vøllinum, tá Vejle vann á Vendsyssel samstundis sum Viborg snávaði

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle mangla bert eitt stig, so er uppflytingin til superliguna tryggjað

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle mangla bert eitt stig, so er uppflytingin til superliguna tryggjað

Tað eru ógvuliga góð útlit fyri, at enn ein føroyingur verður at síggja í donsku superliguni komandi kappingarár.

Viljormur Davidsen fekk eitt korter á vøllinum tá lið hansara, Vejle ígjár vann 2-0 á Vendsyssel FF á útivølli. Bæði málini komu í seinna hálvleiki.

Vendsyssel FF – Vejle 0-2 (0-0)
52. 0-1 Juhani Ojala
75. 0-2 Wahid Faghir

Samstundis snávaði nærmasti kappingarneytin, Viborg FF á útivølli móti Heina Vatnsdal og hinum í Fremad Amager. Tann dysturin endaði við javnleiki 2-2.

Nú bert trý umfør eru eftir at leika í næstbestu donsku fótbóltsdeildini er Vejle á odda við 64 stigum. Níggju stig eru niður til Viborg FF sum hevur 55 stig. Vejle hevur ein málmun sum er pluss 34 og Viborg FF hevur ein málmun sum er pluss 21, so tað skal ganga ræðuliga nógv galið um Vejle ikki er at finna í superliguni komandi kappingarár.

Komandi týskvøld tekur Vejle móti Nykøbing á Nørreskoven leikvøllinum í Vejle. Fær Vejle eitt stig í tí dystinum er uppflytingin 100 prosent vís. Sama kvøld og somu klokkutíð tekur Viborg FF móti Vendsyssel FF.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Vendsyssel FF og Vejle: 

##med2##

HER  ber til at síggja málini sum komu í dystinum Fremad Amager-Viborg FF 2-2 (1-1), har Heini Vatnsdal og hinir í Fremad Amager mundu sent Vejle upp í superliguni. 

 

 

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle mangla bert eitt stig, so er uppflytingin til superliguna tryggjað

Hæddarpunkt: Vendsyssel FF-Vejle 0-2 (0-0)