VIDEO: Viljormur og Vejle fingu fyrsta sigurin

(Video) Síggj hvussu Vejle vann 3-0 á Vendsyssel FF á útivølli

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle fingu tann fyrsta sigurin til høldar í dag

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle fingu tann fyrsta sigurin til høldar í dag

Viljormur í Heiðunum Davidsen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Vejle fingu fyrsta sigurin til høldar í hesum kappingarárinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini á útivølli móti gamla føroyingafelagnum, Vendsyssel FF frammanfyri 917 áskoðarum.

Diego Montiel legði Vejle á odda tá 16 minuttir vóru farnir av dystinum. 20 minuttir seinni økti Sergiy Gryn til 2-0, og tá seinni hálvleikur var bert fýra minuttir gamal gjørdi Vendsyssel FF sjálvmál. Mads B. Mikkelsen, ið hevur verið partur av føroyska U21 landsliðshópinum spældi allan seinna hálvleik fyri Vendsyssel FF.

Tað er stórt trýst á Vejle, ið var í superliguni farna kappingararár, og tí var tað forloysandi, at fyrsti sigurin aftaná trý umfør kom í hús. Komandi mikukvøld spælir Vejle grannauppgerð móti FC Fredericia á heimavølli í Nørreskoven í Vejle.

HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum.

Í morgin klokkan 12.45 taka Heini Vatnsdal og liðfelagarnir í Fremad Amager móti Skive. Liðið hjá Finni Justinussen, Roskilde spælir á útivølli móti Kolding í morgin klokkan 14.

Støðan:

Nr.
1.Nykøbing2 dystir2007:36 stig
2.Viborg2 dystir2004:06 stig
3.Kolding2 dystir2004:16 stig
4.Skive21104:24
5.Vejle31117:64
6.Fremad Amager21103:24
7.Fredericia21014:33
8.Vendsyssel31022:53
9.Roskilde20111:41
10.Hvidovre20021:30
11.HB Køge20022:60
12.Næstved20021:50

 

 

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle fingu tann fyrsta sigurin til høldar í dag