VIDEO: Viljormur og Vejle hildu uppflytingarkósina

(Video) Síggj málini frá dystinum Vejle-Roskilde 4-1 (3-1)

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle halda uppflytingarkósina

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle halda uppflytingarkósina

Vejle kom aftur á sigursslóðina við einum sannførandi 4-1 heimasigri á botnproppinum, Roskilde.

Samstundis vann Viborg 4-3 á Nykøbing, so munurin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini er, at Vejle er á odda við 61 stigum. Viborg hevur 54 stig og Fredericia hevur 45 stig.

Fýra dystir eru eftir at spæla, so Vejle hevur lagnuna væl og virðiliga í egnum hondum.

Viljormur Davidsen fekk ein tíma á vøllinum í kvøld áðrenn hann var skiftur út við Malte Amundsen.

Stóra hetjan hjá Vejle gjørdist Arbnor Mucolli sum skoraði hattrick. Fyrst við tveimum skotum útifrá, har serliga tað seinna sat væl. Triðja málið hjá Arbnor Mucolli var eitt sokallað "Panenka"-brotsspark, har hann væl og virðiliga lumpaði málverjan hjá Roskilde.

Vejle  – FC Roskilde 4-1 (3-1)
5. 0-1 Monday Etim
13. 1-1 Arbnor Mucolli
30. 2-1 Arbnor Mucolli
40. 3-1 Jacob Schoop
83. 4-1 Arbnor Mucolli (br.sp)

Komandi fríggjakvøld spælir Vejle á útivølli móti Vendsyssel FF, ið er fýra stig frá einum triðja plássi sum gevur rætt til at spæla upp- og niðurflytingardystir, og tí verður talan um ein torføran dyst hjá Vejle.

Samstundis tekur liðið hjá Heina Vatnsdal, Fremad Amager móti Viborg á leikvøllinum í Sundby á Amager. Fremad Amager er níggju stig omanfyri niðurflytingarstrikuna við 41 stigum. Níggju stig eru niður til Nykøbing, ið liggur triðaftast. Fremad Amager kann við einum sigri nærkast triðja plássinum, so har er nógv at fara eftir hjá Fremad Amager.

HER  ber til at síggja málini sum komu í dystinum millum Vejle og Roskilde. 

 

 

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle halda uppflytingarkósina