VIDEO: Vit skulu steðga nummar 32 og 33

Teir báðir Onufryienko og Ostroushko eru stóru ukreinsku leikararnir, men teir kunnu steðgast

Dysturin Ukreina - Føroyar verður leiktur mikudagin klokkan 17.00 føroyska tíð - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

 

Les upptakt í Sosialinum mikudagin

 

Landsliðið hevur havt seinasta veruliga taktikkfundin áðrenn dystin ímóti Ukreina í kvøld.

Lyklarnir til eitt gott avrik ímóti sterka ukreinska liðnum er verjuspæl og málverjuspæl.

Tí verður nógv fyrireiking løgd í teir báðar royndastu álopsleikararnar hjá ukreinum.

Teir báðir eru Sergey Onufryienko, ið hevur nummar 33 og Vladislav Ostroushko, ið hevur 32 á rygginum.

 

Fyri hondbóltsfjepparar, ið hava fylgt Champions League seinastu árini, er Onufryienko helst tað navnið á ukreinska dómaraseðlinum, ið kennist aftur.

34 ár gamli bakkurin við góða vinstra arminum, spældi í franska stórfelagnum PSG frá 2015 til 2017, og vísti seg fram við góðum og fjølbroyttum spæli.

##med2##

 

Á vinstra bakki er 34 ára gamli Ostroushko. Hann hevur í yrkisleið síni víst seg fram í týsku bundesliguni, við liðum, ið liggja beint undir oddinum. Í dag er hann í makedonskum hondbólti, men á landsliðnum er hann framvegis stóra stjørnan.

##med3##

 

 

 

 

 

Landsliðsvenjarin vísti leikarunum hendan samandráttin av hvussu Onufryienku spælir og hvussu hann kann steðgast

Ein samandráttur av málum hjá Ostroushko í Champions League