VIDEO: Vunnu uppá framúrskarandi deyðbóltar

(Video) Síggj hvussu Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes vunnu 2-1 á Ull/Kisa á heimavølli

Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes vunnu 2-1 á Ull/Kisa uppá tveir ótrúligar deyðbóltar

Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes vunnu 2-1 á Ull/Kisa uppá tveir ótrúligar deyðbóltar

Ari Mohr Jónsson spældi allan dystin tá hann og liðfelagarnir í Sandnes vunnu 2-1 á Ull/Kisa á heimavølli ígjár.

Í steðginum var Ull/Kisa á odda 1-0 aftaná eitt minni sannførandi avrik hjá heimaliðnum.

Í seinna hálvleiki kom Sandnes sterkt aftur, og tað eydnaðist at vinna dystin uppá tveir ótrúligar deyðbóltar.

Fyrst tók Retsius Grødem og meddaði eitt beinleiðis fríspark í málið. Eitt ófatuliga flott mál.

Sigursmálið var ein enn meiri ótrúligur deyðbóltur. André Sødlund skrúvaði eitt hornaspark beinleiðis í málið.

Sandnes er nú næstovast í næstbestu norsku fótbóltsdeildini við 11 stigum aftaná fimm dystir. Tromsø er fremst við 15 stigum.

Fríggjadagin spælir Sandnes á útivølli móti Strømmen, ið liggur næstaftast í deildini við trimum stigum. 

HER ber til at síggja hæddarpunktini, og ikki mínst ótrúligu málini hjá Sandnes: 

Ari Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes vunnu 2-1 á Ull/Kisa uppá tveir ótrúligar deyðbóltar