VÍF á øðrum plássi eftir sigur í Klaksvík

VÍF klatraði upp um Neistan og liggur nú næstfremst í sera tøttu Okkaradeildini. Trý stig skilja nummar tvey og nummar fimm áðrenn fýra teir seinastu dystirnar

Savnsmynd. Jóhan í Garðastovu skjeyt 11 mál, tá ið VÍF í dag spældi seg upp á næstfremsta plássið í Okkaradeildini

Savnsmynd. Jóhan í Garðastovu skjeyt 11 mál, tá ið VÍF í dag spældi seg upp á næstfremsta plássið í Okkaradeildini

VÍF fekk ikki trupulleikar av Team Klaksvík og vann 30-17.

Hetta merkir, at VÍF er á øðrum plássi í Okkaradeildini, eftir at StÍF og KÍF vunnu sínar dystir í dag.

https://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/stif-og-kif-sigrar-brustu-okkaradeildina-vidopna/Sí eisini: StÍF og KÍF-sigrar brustu Okkaradeildina víðopna

VÍF byrjaði sín kvøldsins dyst í Klaksvík ein tíma seinni enn hini í Okkaradeildini í kvøld.

Eingin mundi vænta, at VÍF kundi koma í trupulleikar ímóti botnliðnum, Team Klaksvík. Og eftir at Vestmenningar skutu fyrstu bæði málini í dystinum, eydnaðist eisini at varðveita og økja um leiðsluna allan dystin.

Í hálvleikinum var støðan 14-7 til VÍF og við dystarenda hevði VÍF vunnið 30-17.

Samstundis kundu vestmenningar frætta úrslitini frá hinum dystunum, sum merktu, at VÍF nú er á øðrum plássi í Okkaradeildini, áðrenn fýra teir seinastu dystirnar í grundspælinum.

Vinstri vongurin hjá VÍF, Jóhan í Garðastovu, var ídnasti málskjútti í dag. Hann skoraði 11 ferðir - alt úr opnum spæli.

Støðan í Okkaradeildini

Fýra tey fremstu liðini eftir 18 dystir spæla seg í hálvfinalurnar

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71133732997422
2VÍF143993653418
3StÍF14390391-117
4Neistin143703363416
5KÍF143703432715
6Kyndil13330347-178
7Team Klaksvík14288439-1510

Savnsmynd. Jóhan í Garðastovu skjeyt 11 mál, tá ið VÍF í dag spældi seg upp á næstfremsta plássið í Okkaradeildini