Hewitt takkaði fyri seg

Heimskendi tennisleikarin feldi nøkur tár, tá ið hann í nátt spældi seinasta dystin.

Sum 18 ára gamal gjørdist hann yngsti leikarin nakrantíð at vinna eina ATP-kapping, og sum 20 ára gamal var hann yngsti leikarin, sum nakrantíð hevði verið nummar eitt á heimsstyrkislistanum. Men nú, nógv ár seinni, er tað liðugt. Ein av frægastu tennisleikarunum í søguni, Lleyton Hewitt, er givin.


34 ára gamli avstraliumaðurin hevði alment boðað frá, at Australian Open á heimavølli í ár fór at verða seinasta kappingin hjá honum á hægsta stigi. Hann náddi at spæla seg í 2. umfar, men har gekk tað ikki longur og hann tapti 6-2, 6-4, 6-4 ímóti David Ferrer úr Spania.


Eftir dystin varð eitt sjónband víst á stórskerminum fyri honum og áskoðarunum, har stór nøvn sum Roger Federer, Rafael Nadal og Andy Murray takkaðu honum fyri alt, sum hann hevði gjørt fyri ítróttin. Ein týðiliga rørdur Lleyton Hewitt takkaði eisini avstralsku áskoðarunum fyri stuðulin øll árini.