VÍF-kvinnur seta ungan venjara - John tekur yvir hjá monnunum

Fyrrverandi H71-málverji tekur yvir hjá Vestmannakvinnum eftir John Larsen, sum fer at venja menninar

Nýggi venjarin hjá VÍF-kvinnum, Jóhan Hofgaard, saman við Sámali Joensen, formanni í VÍF

Nýggi venjarin hjá VÍF-kvinnum, Jóhan Hofgaard, saman við Sámali Joensen, formanni í VÍF

John Larsen er nýggjur høvuðsvenjari hjá VÍF-monnum og Jóhan Hofgaard er nýggjur høvuðsvenjari hjá VÍF-kvinnum. Tað boðar VÍF frá í morgun á heimasíðu síni.

Danski John Larsen tók við sum venjari hjá VÍF-kvinnum tíðliga á árinum, men skal nú taka sær av mansliðnum, ið hevur havt Hjalmar Klein Olsen sum venjara seinastu tvey árini.

Úr savninum: 

VÍF hevur fingið royndan venjara úr Danmark

John fekk sín fyrsta sigur sum venjari hjá VÍF (FM1)

Kvinnuliðið roynir nakað nýtt eftir nøkur ár við Inga Olsen, Dia Midjord og so John Larsen.

Har er 31 ára gamli Jóhan Hofgaard settur í sítt fyrsta høvuðsvenjarastarv.

Nýggi venjarin fær eisini ábyrgdina av styrkisvenjingini í felagnum.

Jóhan Hofgaard hevur verið málverji á besta mansliði hjá H71 í fleiri førum, og vunnið Føroyameistaraheiti í bæði 2009 og 2019. Seinasta árið hevur hann einamest røkt leiklutin sum venjari.

Úr savninum:

Verjan var lykilin (2009)

B36 sett fysiskan venjara (2018)

Hann hevur royndir úr venjaratoyminum hjá H71, har hann hevur verið bæði málverjuvenjari, hjálparvenjari og kropsligur venjari.

Hann hevur eisini royndir sum kropsligur venjari hjá B36.

Jóhan Hofgaard er útbúgvin í ítrotti og lívfrøði. Seinastu árini hevur hann undirvíst á Miðnámi í Vestmanna, og hevur trivist so væl, at hann nú víðkar sítt virksemi í bygdini, skrivar VÍF á heimasíðu síni.

Forvitið fólk kann síggja Jóhan Hofgaard kring finalurnar í summarkappingini leygardagin klokkan 14.00 og 16.00

Har er hann fyrst partur av venjaratoyminum hjá U18-landsliðnum við kvinnum. Mótstøðuliðið er H71-kvinnur - nú uttan Jóhan Hofgaard í venjaratoyminum. Og eftir hetta er møguleiki fyri at síggja hann á vøllinum fyri úrvalsliðið, sum somuleiðis spælir ímóti H71.

Nýggi venjarin hjá VÍF-kvinnum, Jóhan Hofgaard, saman við Sámali Joensen, formanni í VÍF