VÍF-Kyndil 26-22 (13-11) : Dystarendin og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Bárð Johannessen, venjara hjá Kyndli, Duritu C. Jojic, toppskjútta og Dia Midjord, venjara hjá VÍF

Durita C. Jojic (nummar 10) skoraði níggju mál fyri VÍF móti Kyndli í kvøld

Durita C. Jojic (nummar 10) skoraði níggju mál fyri VÍF móti Kyndli í kvøld

##med2##

VÍF vann seg uppá oddasessin í SMS-deildini við einum 26-22 sigri á Kyndli í Vestmanna í kvøld. Í steðginum var støðan 13-11 til VÍF, so VÍF vann báðar hálvleikirnar 13-11.

Toppskjútti hjá VÍF var Durita C. Jojic við níggju málum. Agnas Olsen skoraði seks mál og Liljan Müller skoraði fimm mál.

Bára Krossteig Hansen og Turið Arge Samuelsen vóru toppskjúttar hjá Kyndli við seks málum hvør. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá dystarendanum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá Kyndli, Bárð Johannessen sum ásannar, at byrjanin hevur verið heldur tung hjá Kyndli, men hann minnir á, at tað eru nógvir ungir spælarar sum mugu spælast inn á liðið.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá VÍF, Duritu C. Jojic sum hamraði níggju bóltar í málið hjá Kyndli. Tó lá tað í óvissuni um Durita fekk ein so stóran leiklut, tí hon var óttafull um, at ein skaði fór at taka seg uppaftur, men fegin er hon um sigurin, og eisini fegin um, at tað gekk væl á allan hátt.

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Dia Midjord. Samrøðan snúði seg eisini um manslandsliðið sum spælir móti einum Okkaradeildar-úrvalsliðið í Vestmanna í kvøld.

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF61731324110
 H7151521193310
 KYNDIL513493416
 NEISTIN511711164
 STÍF5109153-444
 STJØRNAN5110136-262
 VB5103154-510

 

 

Durita C. Jojic (nummar 10) skoraði níggju mál fyri VÍF móti Kyndli í kvøld

(Samrøður: Bárður Johannessen, Kyndil og Durita C. Jojic og Dia Midjord, VÍF)