VÍF og KÍF berjast um triðja plássið

Okkaradeildin: Tað er eitt lið í framgongd og eitt í mótgongd, ið hittast í Vestmanna klokkan 16.00

VÍF og KÍF eru stavn um stavn beint undir oddinum í Okkaradeildini

VÍF og KÍF eru stavn um stavn beint undir oddinum í Okkaradeildini

Tá ið hesin sunnudagurin er liðin eru flestu liðini komin í helvt við teir 18 dystirnar í grundspælinum í Okkaradeildini, og nú byrja liðini at hava skund at staðfesta seg í kappingini um tey fýra fremstu plássini, ið geva atgongd til endaspælið.

Dagsins dystir eru hesir:

Klokkan 16.00: Kyndil - H71 í Høllini á Hálsi (FM1 sigur frá)

Klokkan 16.00: VÍF - KÍF í Høllini í Vestmanna

Klokkan 20.00 Neistin - StÍF í Høllini á Hálsi

Toppskjúttarnir í Okkaradeildini bresta saman í Vestmanna í dag. Filip Jojic hjá VÍF er toppskjútti í Okkaradeildini við 82 málum, meðan Nicklas Selvig hjá KÍF er á øðrum plássi við 59 málum. Neyvan tekur KÍF-leikarin toppskjúttan aftur í dag, men tað snýr seg eisini fyrst og fremst um tvey týdningarmikil stig á stigatalvuni

Skaðar og svikalig úrslit hava sett dagsskránna í KÍF seinastu tíðina. Fyri viku síðani ímóti Neistanum var Hans Eli Sigurbjørnsson aftur við frá byrjan, men hvørki hann ella restin av KÍF-liðnum raktu støðið. Tað er eitt sindur síðani at KÍF rakti tað støði, ið tók øll á bóli í Okkaradeildini við kappingarbyrjan. Í dag skulu kollfirðingar royna at reisa seg eftir at hava tapt tríggar av seinastu fýra dystunum

VÍF er hinvegin í einum frálíkum stima, og hevur ikki tapt síðani 28. september.  Síðani hevur VÍF spælt javnt ímóti StÍF og Neistanum og so vunnið á Kyndli, Team Klaksvík og StÍF í aðru atløgu.

KÍF hevur tó okkurt at fegnast um, tí ósigurin hjá VÍF 28. september var ímóti júst KÍF. Tað er tí lagt upp til ein sera spennandi dyst í Vestmanna klokkan 16.00. Ein dystur, ið ger av hvat lið liggur á triðja plássið - og møguliga øðrum plássi, tá ið grundspælið er komið í helvt í kvøld.

Innanhýsis dystir:

KÍF – VÍF 28-26
Okkaradeildin: 28/09/19
Málskjúttar KÍF
Nicklas Selvig8
Rúni Joensen6
Ási Dam6
Hørður Fannar Sigþórsson4
Hans Eli Sigurbjørnsson3
Andrias Nielsen1
Málskjúttar VÍF
Sjúrður Olsen8
Filip Jojic7
Hallur Arason4
Jóhann í Garðastovu4
Magnus Müller1
Andrias Eriksen1
Rúni Fossdal1

Støðan í Okkaradeildini áðrenn dagsins dystir

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7172071654212
2StÍF8226220611
3VÍF82272111610
4KÍF8222204189
5Neistin8208195138
6Kyndil7182192-104
7Team Klaksvík8179264-850

VÍF og KÍF eru stavn um stavn beint undir oddinum í Okkaradeildini