VÍF og Stjørnan vilja hevna seg í kvøld

VÍF vitjar einasta liðið, ið hevur vunnið á vestmannakvinnum - Stjørnan vil hevna seg inn á StÍF

Agnas Olsen skal stríða VÍF til sigurs ímóti H71 í kvøld

Agnas Olsen skal stríða VÍF til sigurs ímóti H71 í kvøld

13. november 2019 í SMS-deildin

H71 - VÍF klokkan 18.00 í Hoyvíkshøllini(Beinleiðis á FM1)

StíF - Stjørnan klokkan 18.00 í Ítrottarhøllini á Skála

Tað er toppvika í SMS-deildini. Í kvøld klokkan 18.00 spælir oddaliðið, VÍF ímóti H71, ið liggur á triðja plássi.

H71 byrjaði kappingarárið væl, og kundi serliga fegnast um at vinna á júst VÍF. Seinastu tveir dystirnar hava úrslitini kortini ikki verið góð. H71 hevur tapt ímóti bæði Kyndli og Neistanum seinastu vikurnar.

Hjá VÍF hava úrslitini verið lýtaleys síðani dystin ímóti H71. Hetta er einasti ósigur hjá VÍF hetta árið, og nú grundspælið kemur í helvt, kann VÍF taka eitt risastórt fet ímóti hálvfinalunum um tað eydnast at vinna aftur í kvøld.

Sí eisini:

H71-kvinnur tóku tepran sigur í Vestmanna

Samstundis skulu StÍF og Stjørnan avgera hvør skal vera fyrsti kappingarneyti til at hótta tey fýra fremstu í kappingini um hálvfinalupláss. Samstundis hevur Stjørnan ein hevndarhug, eftir at StÍF heldur óvæntað vann í Klaksvík í kappingarársins fyrsta dysti.

Sí eisini

StÍF vann fyri fyrstu ferð í meira enn tvey ár

Innanhýsis dystir:

 

VÍF - H71 27-28
SMS-deildin: 18/09/2019
Málskjúttar VÍF
Agnas Olsen9
Liljan Müller7
Durita C. Jojic4
Ró Nielsen2
Heidi Maria Akselsen2
Lív Ingdórsdóttir1
Ingibjørg Olsen1
Lise Marie Evensen1
Málskjúttar H71
Marita Mortensen13
Maria Halsdóttir Weyhe5
Durita Toftum Joensen3
Guðrið á Borg2
Sunniva Bogadóttir1
Sofie Søberg Larsen1
Karina Eysturtún Rubeksen1
Eva Barba Arge1
Anna á Steig1
Stjørnan – StÍF 23-25
SMS-deildin: 19/09/2019
Málskjúttar Stjørnunar
Mina Lava Sirdal11
Jansy Jacoben5
Sonja Lava Sirdal3
Katrin Bertholdsen2
Tóra Eliasen1
Oddvør Josephsen1
Málskjúttar StÍF
Erla J. Petersen6
Ingibjørg Kass5
Karina Berg Høgnesen4
Vár D. Poulsen3
Yuika Kurimoto3
Kristina B. Mikkelsen2
Jonna P. Olsen1
Judit Johansen1

Støðan í SMS-deildini

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF82271715614
2Kyndil71841255910
3Neistin81961682810
4H7171851632210
5Stjørnan8198216-186
6StÍF8169243-744
7VB8169242-730

Agnas Olsen skal stríða VÍF til sigurs ímóti H71 í kvøld