VÍF uttan stórskjútta restina av kappingarárinum

Gleðilig tíðindi geva VÍF avbjóðingar á vinstra bakki

Dysturin ímóti Neistanum 3. desember gjørdist seinasti dysturin hjá Liljuni Müller hetta kappingarárið

Dysturin ímóti Neistanum 3. desember gjørdist seinasti dysturin hjá Liljuni Müller hetta kappingarárið

Ein av drúgvastu málskjúttunum í Føroyum seinastu árini, Liljan Müller (fyrr Djurhuus), hevði herfyri gleðilig tíðindi at bera sínum liðfeløgum í VÍF.

Tey tíðindi vóru, at Liljan Müller er við barn.

Stórskjúttin hevur skotið 56 mál í SMS-deildini higartil, men tey vera ikki fleiri á hesum sinni. Liljan Müller sigur við in.fo, at um alt gongst sum ætlað, vónar hon sjálvandi at spæla hondbólt komandi kappingarár.

VÍF liggur í løtuni lið um lið við Kyndil á fremsta plássið í Okkaradeildini, men sunnudagin kann annað liðið fara í jólafrí einsamalt á ovastu rók.

Kyndil og VÍF spæla nevnliga sunnudagin klokkan 14.00 í Høllini á Hálsi.

Tann dysturin er eyka áhugaverdur, tí bæði liðini skulu venja seg við at spæla uttan ein av sínum drúgvastu málskjúttum, tí Turið Arge Samuelsen úr Kyndli hevði eisini gleðisboð at bera herfyri.

Sí eisini:

Turið spælir ikki aftur hetta kappingarárið

Liljan Müller hevur í ár skotið næstflest mál fyri VÍF og er nummar tíggju á toppskjúttalistanum í SMS-deildini, sambært hagtølunum í Ítrottarsosialinum seinasta mánadag.

Máltindurin í SMS-deildini (smb. Ítrottarsosialinum)

NavnFelagMál
1Marita MortensenH7181
2Ingunn Kristina PerssonNeistin79
3Haruka GimaStÍF70
4Turið Arge SamuelsenKyndil65
5Súna Krossteig HansenKyndil64
6Tóra EliasenStjørnan61
7Maria Halsdóttir WeyheH7159
8Agnas OlsenVÍF59
9Mina Lava SirdalStjørnan56
10Liljan MüllerVÍF56

Støðan í SMS-deildini (hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil113002118918
2VÍF113052416418
3H71113032594414
4Neistin122992633614
5Stjørnan11269303-348
6StÍF11240325-856
7VB11229343-1140

Dysturin ímóti Neistanum 3. desember gjørdist seinasti dysturin hjá Liljuni Müller hetta kappingarárið