VÍF vann grundspælið og sløkti vónina hjá Team Klaksvík

Við dramatiskum málríkum javnleiki er VÍF vinnari av grundspælinum, og Team Klaksvík úti av FM-hálvfinalustríðnum

Vuk Stevanovic og liðfelagarnir í Team Klaksvík kunnu ikki røkka FM-hálvfinalunum longur (Savnsmynd)

Vuk Stevanovic og liðfelagarnir í Team Klaksvík kunnu ikki røkka FM-hálvfinalunum longur (Savnsmynd)

Tað vera VÍF, H71, Neistin og KÍF sum fara at kappast í FM-hálvfinalunum í Burn mansdeildini, og VÍF er vinnari av grundspælinum. Samstundis er Team Klaksvík úti av FM-hálvfinalustríðnum.

Tað endaði við málríkum 34-34 javnleiki millum VÍF og Team Klaksvík í Vestmanna. VÍF javnaði til 34-34 við einum umstríddum brotskasti í seinasta sekundi av dystinum. Hevði Team Klaksvík vunnið 34-33 hevði spenningurin um seinasta FM-hálvfinaluplássið livað eitt umfar aftrat.

VÍF-Team Klaksvík 34-34 (18-20)

Toppskjúttar VÍF:  Filip Jojic 15, Heini á Heygum 5, Hallur Arason 4 og Sjúrður Olsen 4.

Toppskjúttar Team Klaksvík: Valentino Valentakovic 11, Vilhelm VIlhelmsen 6, Kjartan á Gravarbø 5 og Vuk Stevanovic 5. 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 tepran 27-26 sigur á Neistanum. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 15-11. H71 er tvey stig aftanfyri VÍF, men VÍF er betri innanhýsis og kunnu hoyvíkingar sostatt ikki vinna grundspælið.

H71-Neistin 27-26 (15-11)

Toppskjúttar H71:  Tórmóður Djurhuus 6, Leivur Mortensen 6 og Sveinur Olafsson 4.

Toppskjúttar Neistin:  Julian Kragesteen 5, Pauli Høj 4 og Rasmus Søby 4.

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF (í FM-hálvfinaluni)175284468227
 H71 (í FM-hálvfinaluni)174704185225
 NEISTIN (í FM-hálvfinaluni)175004643619
 KÍF (í FM-hálvfinaluni)174534431018
 TEAM KLAKSVÍK17482504-2215
 KYNDIL17382451-698
 STÍF18437526-898

Skráin sunnudagin klokkan 16:

VÍF-KÍF

H71-Kyndil

Team Klaksvík-Neistin

 

 

 

Vuk Stevanovic og liðfelagarnir í Team Klaksvík kunnu ikki røkka FM-hálvfinalunum longur (Savnsmynd)