VÍF vant burtur úr KÍF

Vestmenningar fingu enn ein stóran sigur, tá ið kollfirðingar duttu oman úr topp-4.

Savnsmynd. Høgri vongurin hjá VÍF, Andrias Eriksen, og felagin á vinstra vongi, Jóhan á Garðastovu vóru í hopla í dag, við 18 málum til samans

Savnsmynd. Høgri vongurin hjá VÍF, Andrias Eriksen, og felagin á vinstra vongi, Jóhan á Garðastovu vóru í hopla í dag, við 18 málum til samans

Tað vóru tvey lið í hvør sínum hýri, sum hittust í Vestmanna í Okkaradeildini í dag.

Fyri viku síðani yvirhálaðu vestmenningar KÍF á stigatalvuni, og í dag kundi VÍF leggja sjógv ímillum.

Sí eisini:

VÍF og KÍF berjast um triðja plássið

Dysturin byrjaði eisini við ferð á málskjótingini. Bæði liðini vildu spæla skjótt og har kom so at siga eitt mál um minuttin í fyrra hálvleiki.

Serliga væl fyri lá tað hjá Nicklasi Selvig, sum skoraði átta ferðir fyri KÍF í fyrra hálvleiki.

Hjá VÍF lá serliga væl fyri hjá Andriasi Eriksen sum skoraði fimm ferðir í fyrra hálvleiki.

VÍF varðveitt eina tveymálsleiðslu til hálvleikssteðgin, har úrslitið var 16-14 til VÍF.

Alt tóktist opið, men í seinna hálvleiki slóg VÍF til. Eftir lítlari løtu var støðan 20-15 til VÍF, og tann munurin minkaði ikki. Vengirnir hjá VÍF vóru eirindaleysir og teir báðir, Jóhan í Garðastovu og Andrias Eriksen endaðu dystin við ávikavist tíggju og átta málum. Harafturat hjálptu vanligu stórskjúttarnir, Sjúrður Olsen og Filip Jojic væl til.

Munurin vaks upp í níggju mál tá eitt korter var eftir, og so var restin bara ein avgreiðsluspurningur.

VÍF vann at enda dystin við 35-27, og spældi seg enn nærri oddinum. Seinni um kvøldið kundu teir fegnast um at liggja næstfremst í Okkaradeildini, eftir at StÍF tapti ímóti Neistanum.

Sí eisini

Neistin rann StÍF um koll

 

VÍF – KÍF 36-29
Okkaradeildin: 17/11/2019
Málskjúttar VÍF
Jóhann í Garðastovu10
Andrias Eriksen8
Filip Jojic6
Sjúrður Olsen5
Hallur Arason3
Magnus Müller3
Jákup Andreas Joensen1
Málskjúttar KÍF
Nicklas Selvig13
Hørður Fannar Sigþórsson4
Atli L. Hammer3
Rani A. Højgaard3
Hans Eli Sigurbjørnsson3
Hjalti H. Matras2
Rúni Joensen1

Savnsmynd. Høgri vongurin hjá VÍF, Andrias Eriksen, og felagin á vinstra vongi, Jóhan á Garðastovu vóru í hopla í dag, við 18 málum til samans