VÍF var um at tveita trygga finalusigurin fyri borð

VÍF var á odda allan dystin, men tveitti sjey mál fyri borð áðrenn tað eydnaðist at avgera fyrstu FM-finaluna.

Durita Jojic og VÍF hepnaðust við so at siga øllum, men vóru um at tveita tryggan sigur fyri borð

Durita Jojic og VÍF hepnaðust við so at siga øllum, men vóru um at tveita tryggan sigur fyri borð

Kyndil og VÍF hittust í kvøld í fyrstu FM-finaluni hjá kvinnum.

Hjá VÍF lá ein ávísur hevndarhugur frá steypafinaluni, tá ið Kyndil vann greiðan sigur.

Og alt bendi á, at vestmenningar fóru at fáa hevndina frá fyrsta bríksli. VÍF legði seg á odda 0-3 eftir lítlari løtu, helt munin á 3-6 og økti upp í 4-11 eftir fyrstu 20 minuttirnar.

Tað hjálpti ikki Kyndli at Beinta Bárðardóttir traðkaði skeivt tíðliga í dystinum og fekk ringan skaða í fótin.

Móti endanum av fyrra hálvleiki hevði Kyndil møguleikan at minka niður í trý mál á muni, men í staðin dróg VÍF frá og gjørdi hálvleiksstøðuna til 11-15.

Í seinna hálvleiki helt góða gongdin hjá VÍF fram, og miðskeiðis í seinna hálvleiki bíðaðu fólk flest bert eftir at vita hvussu stórur munurin fór at gerast. Men eftir støðuna 16-23 fór kyndilsverjan saman við Jovanu Stranjanac í málinum at seta stóran propp fyri VÍF-álopinim. Hetta førdi til eitt skjótálop fyri og annað eftir, eins og bóltar vóru tveittir í tómt vestmannamál tá ið VÍF hevði útvísingar.

Brádliga var javnleikur 23-23 við góðum fimm minuttum eftir. Kyndil hevði bóltin og møguleikan at leggja seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum, men nú var krútið uppi. Viviann Petersen fór at bjarga og Liljan Djurhuus sendi tvær øgiligar undirhendir ímóti málinum, og so var VÍF á odda við tveimum aftur. Kyndil tók time-out við 45 sekundum eftir, men tað eydnaðist ikki at koma til møguleika. Í staðin setti VÍF punktum og avgjørdi fyrstu FM-finaluna við úrslitinum 23-26.

Onnur FM-finalan verður leikt í Høllini í Vestmanna leygardagin klokkan 18.00. VÍF gerst tá Føroyameistari við sigri ella javnleiki. Vinnur Kyndil verður ein triðja finala leikt sunnudagin í Vestmanna

Durita Jojic og VÍF hepnaðust við so at siga øllum, men vóru um at tveita tryggan sigur fyri borð